Nygaard vil til HM

33 ára gamli Marc Nygaard, sum hevur ættarbond av Tvøroyri, hevur ikki slept vónini um at sleppa til HM-endaspælið við danska fótbóltslandsliðnum. Nygaard var í vár toppskjútti í donsku superliguni, menn enn hevur hann ikki funnið vegin til meskarnar hetta kappingarárið. – HM er framvegis ein dreymur hjá mær. Men tað snýr seg fyrst og fremst um, at eg skal finna støðið frá seinasta kappingarári aftur, sigur Marc Nygaard við Politikken. Nygaard hevur sjey ferðir spælt á danska A-landsliðnum.