- Fyri 21 ára gamla Bjarna Hansen, sum býr á Sambýlinum á Mýrivegi í Klaksvík, eru myndir ikki bara myndir, men eisini orð, og hann samskiftir bara við myndum. Hann hevur autismu, hevur onki talað mál, og ein heilt nýggjur heimur lat seg upp fyri honum, tá hann fekk nýggju teldugrundaðu samskiftisskipanina – eina appu – sum tríggir ungir føroyingar í Danmark hava ment, skrivar Pedagogfelagið í kvøld.
Talan er um eina samskiftisskipan, sum er mennandi fyri brúkaran og stimbrar hann at taka sjálvstøðugar avgerðir. Sambært Føroya Pedagogfelag er sambýlið á Mýrivegi í Klaksvík allarhelst fyrsti stovnur í kongaríkinum fyri fólk við autismu, ið burtur av nýtir teldur, teldlar og snildtelefonir at samskifta við.
Birgir Poulsen, ið er hjálparfólk hjá Bjarna Hansen, vísir í samrøðu við Pedagogfelagið á, at Bjarni javnan velur at royna nýggj ting, nú nýggja skipanin gevur honum aðrar valmøguleikar enn gamla skipanin.
- Fyri ein við autismu er her talan um eina stórbroyting í atferðarmynstri og væl at merkja ein broyting tann rætta vegin. Vit síggja tað eisini við, at búfólkini nú sjálvi kunnu finna upp á at broyta fastlagdar mannagongdir og ætlanir fyri dagin, tí tey blaða í valmøguleikunum á teldlinum ella telefonini og taka sjálvstøðugar avgerðir. Vit vita jú annars, at júst broytingar í gerandisdegnum kunnu elva til stóra ørkymlan og órógv hjá einum persóni við autismu, sigur hann.
Sambært Pedagogfelagnum eru tey so væl nøgd á Almannaverkinum við royndirnar frá Sambýlinum á Mýrivegi, at avgerð longu er tikin um, at taka skipanina í brúk aðrastaðni við.
Tað er fyritøkan Beak, sum teir tríggir Pól Andrias Larsen, Virgar Poulsen, og Levi á Torkilsheyggi reka í Aarhus, ið hevur ment skipanina og appuna í samstarvi við Sambýlið á Mýrivegi í Klaksvík. Teir tríggir hava allir ymiskar útbúgvingar innan telduforritan- og sniðgevðing.