Tað skrivar Føroyska Bíbliufelagið í tíðindaskrivi:
Bíblian er Guds livandi orð, og hóast orðini eru prentað sum øll onnur, so gerast tey livandi við Guds Heilaga Anda. Tí er tað neyðugt hjá okkum, at lesa í Bíbliuni fyri at fáa mat til sálina.
Men nógv stríðast við at koma í gongd og halda á. Ein Bíbliulesiætlan er gjørd júst sum ein hjálp at lesa regluliga og í samanhangi. Tað er sum ein kalendari við útvaldum tekstum til hvønn dag í árinum, og hvønn sunnudag samsvara skriftstøðini við tekstarøðina í Fólkakirkjuni.
Bíbliulesiætlanin er at fáa um alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum. Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella t-posti: biblia@biblia.fo