Ny Alliance skal seta nýggja kós

Fríggjadagin fer Ny Alliance at umrøða støðuna hjá flokkinum og hvørja politiska kós, flokkurin skal halda Fyri nøkrum døgum síðani vísti ein meiningakanning, at Ny Alliance hevði endað langt niðan fyri sperrumarkið, sum fólkatingsval var nú.

Hetta hevur floksleiðslan tikið í álvara, og fríggjadagin fara teir fimm tinglimirnir hjá flokkinum at umrøða støðuna, skrivar Ritzau. Sum skilst er ætlanin, at fundurin skal leggja eina nýggja kós og viðgera nýggjar politiskar verkætlanir.

Fundurin fríggjadagin verður ikki á Christiansborg, og flokkurin vil ikki siga, hvar fundurin verður, tí tey vilja hava frið fyri fjølmiðlunum.