Ny Alliance savnað 20.000 undirskriftir

Ny Alliance hevur nú savnað tær 20.000 undirskriftirnar, sum eru neyðugar, fyri at flokkurin kann stilla upp til fólkatingsval. Fyrrapartin vóru Naser Khader og onnur umboð fyri Ny Alliance í innanríkisráðnum í Keypmannahavn við teimum 20.000 undirskriftunum.

Sostatt kann flokkurin nú stilla upp til næsta fólkatingavalið, og í morgin fer flokkurin at taka støðu til, hvønn bókstav hann skal brúka í sambandi við uppstilling.

Umframt Naser Khader vóru Anders Samuelsen, Gitte Seeberg og Leif Mikkelsen í innanríkisráðnum við undirskriftunum.