Ny Alliance fær lyklastøðu

Altsamt fleiri veljarakanningar benda á, at Ny Alliance sleppur at gera av, hvør verður forsætisráðharri í Danmark aftan á valið 13. november. SF verður tann stóri vinnarin Eftir teimum seinastu kanningunum hava allir flokkar uttan Ny Alliance og Sosialistiski Fólkaflokkurin mist atkvøður, síðani valið varð útskrivað.

Tann seinasta kanningin gevur Ny Alliance 12 umboð í Fólkatingið, og tá Vinstri, Konservativi og Danski Fólkaflokkurin bara fáa 84 tilsamans, kunnu teir ikki skipa stjórn uttan stuðul frá Ny Alliance.

Sosialdemokratarnir hava mist sjey tinglimir, síðani valið varð útskrivað, men Sosialistiski Fólkaflokkurin sær út til at fáa eitt sera gott val. Tann seinasta kanningin gevur flokkinum 25 tinglimir ella 14 fleiri, enn hann hevur nú.