Ny Alliance fær avgerðina

Tann seinasta veljarakanningin vísir, at tað verður Ny Alliance, sum skal gera av, hvør skal mynda stjórn í Danmark Í morgun vísti ein kanning hjá Megafon, at Vinstri, Konservativi Fólkaflokkurin og Danski Fólkaflokkurin fáa 50,6 prosent av atkvøðunum í morgin og kunnu skipa stjórn í Danmark uttan stuðul frá Ny Alliance.

Men í kvøld er myndin broytt. Nú sigur tann seinasta kanningin, at teir tríggir flokkarnir aftan fyri stjórnina fáa 48,8 prosent av atkvøðunum og ikki meiriluta.

Ny Alliance fær sambært kanningini sjey umboð í Fólkatingið og kann sostatt gera av, hvørt tað verður Anders Fogh Rasmussen ella Helle Thorning Schmidt, sum skal skipa stjórn eftir valið í morgin.