Tað upplýsir grønlendski miðilin KNR, sum vísir á eitt tíðindaskriv frá Greenland Airports.
Tá eitt flogfar lendir á grønlendska flogvøllinum í dag, fáa tey hjálp frá einum AFIS-operatøri, sum kann vegleiða flogfarið yvir radio.
Ein flúgvileiðari ger harafturímóti av, hvørja leið eitt flogfar skal fara, og hvørjari hædd tey skulu flúgva í.
KNR skrivar, at framyvir verður felags flogferðslueftirlit á flogvøllinum í Nuuk.
Nýggju flúgvileiðararnir á flogvøllinum skulu stýra flogferðsluni, meðan AFIS-operatørarnir hjálpa til við lendingini.
Loysnin verður væntandi virkin á sumri 2026.
/Ritzau/










