Nunna neyðtikin og myrd


 

Tilburðurin hevur elvt til øði og ræðslu í írsku bygdini Ballybay


ÚTLAND

Fartekst


Nunnan Philomena Lyons stóð og bíðaði eftir bussinum, tá onkur leyp á hana, neyðtók hana og kvaldi hana síðani. Bygdarfólkið fekk varhugan av, at okkurt var áfatt, tá tey varnaðust, at ferðagóðsið hjá nunnuni varð standandi á steðgiplássinum.

Nú bera bygdarfólkini í Ballybay ótta fyri, at neyðtøku- og drápsmaðurin fer at gera um seg aftur.

Morðið hevur skelkað írska fólkið, og løgreglumenn í stórum tali leita eftir illgerðarmanninum. Samstundis hava fólk í Ballybay og øðrum bygdum har á leiðini fingið boð um at vera á varðhaldi.

Tann 68 ára gamla nunnan var farin frá sum lærarinna í Ballybay og varð nógv avhildin av bygdarfólkinum. Tí skilja fólk ikki, at hon skuldi fáa hesa syndarligu lagnuna.