Duathlon
Í kappingini, sum fór fram í Richmond í Virginia í USA, varð kappast í renning og súkkling. Hetta so rennast skuldu fyrst 15 km. Síðani varð súkklað 76 km og at enda varð aftur runnið. Hesa ferð 7,5 km.
Fyrstu 15km av renningini skuldu rennast sum tvey umfør á 7,5km. Aftaná fyrsta umfar lá Joan á einum 16.plássi, men tað vísti seg skjótt, at fleiri av kvinnunum høvdu lagt alt ov hart út, tí á øðrum umfari av renningini arbeiddi Joan seg sikkurt fram á eitt 10.pláss við at halda eina javna, høga ferð.
Súkklast skuldi so 4 umfør á eini harðari og tekniskari rutu. Fyrsta umfari brúkti Joan til at koyra seg inn og merkja eftir, hvussu beinini vóru fyri. Tað vísti seg, at beinini vóru klár til meira og á 2. og 3. umfari innheintaði Joan fleiri av kappingarneytunum og lá eftir 3.umfar á 8.plássi, bert 20sek eftir 6.plássinum. Á fjórða umfari yvirhálaði Joan so kvinnurnar, sum lógu á 6. og 7.plássinum og kom inn eftir súkklingina á einum 6.plássi.
Kappingin seinasta partin var sera hørð, men tað eydnaðist Joan at halda støðuna sum nummar seks allan vegin á mál.
Við Rás2 í gjárkvøldið segði Joan, at hon als ikki hevði roknað við, at úrslitið fór at gerast somikið gott.
- Eg eri ovurfegin. Og eg haldi ikki, at eg veruliga hava fatað, hvussu væl tað gekk. Persónliga var hetta helst besta kappingin hjá mær í ár. Og sjálvt um fleiri av hinum løgdu hart út, so eydnaðist tað mær at vinna meg spakuliga fram aftur í feltið, segði hon.
Talan var um seinastu kappingina hjá Joan í ár, so beint nú stendur ein stutt feria fyri framman, áðrenn hon aftur fer undir venjingar til komandi kappingarárið.










