Nú løgtingsfundur er í dag, har Løgtingið hevur aðalorðaskifti um fiskivinnuna, hevur Kristin Michelsen, tinglimur fyri Sjálvstýri, biðið um farloyvi í slakar tvær vikur.
Tað merkir, at varamaður skuldi taka sæti á tingi fyri hann – men tað var lættari sagt enn gjørt. Næsti maður á listanum er Jógvan Skorheim, men hann er farin úr flokkinum og vildi ikki taka sæti á tingi. Triði maður á listanum er Terje Vestergaard – men hann er eisini farin úr flokkinum og hann vildi heldur ikki taka sæti á tingi.
Sostatt hevur fjórði maður á listanum nú tikið sæti á tingi fyri Sjálvstýri. Tað er Sámal Petur í Grund, sum annars hevur verið bæði løgtingsmaður og landsstýrismaður fyrr.
Teir báðir, Jógvan Skorheim og Terje Vestergaard eiga annars rættin til sessirnar, men hava frásagt sær rættin. Annars hevur Jógvan Skorheim havt sæti á tingi, eisini aftan á at hann fór úr flokkinum, men tað fall teimum í Sjálvstýri fyri bróstið.











