Forritið er ókeypis at heinta og er at fáa á bæði Android Market og App Store.
Forritið hevur innbygt GPS (global position system). Sostatt veit forritið, hvar tú ert, og kann vísa tær matstovur, handlar ella aðrar tænastur, sum liggja nærhendis. Tá ið tú hevur funnið tað, tú leitar eftir, hjálpir forritið tær at ringja, goymir nummarupplýsingar, finnur staðið á kortinum og vísir tær leiðina.
Nýggja forritið kann heintast á Android Market ella App Store og leita eftir »nummar«. Fortreytin er, at tú hevur eina nýggja fartelefon, eina sonevnda smartphone.