Nullloysn í Gundadali

B36 og LÍF býttu stigini sínamillum, hóast B36 spældi við tveimum í yvirtali seinasta korterið

2. deild

At tað ikki var tað stóra, sum í grundini stóð upp á spæl í Gundadali, sást eisini aftur í dystinum millum B36 og LÍF leygardagin.
Talan var ongantíð um gott og flótandi spæl, og tað var hipp sum happ, hvussu liðini skiftust um at hava yvirvág. Kortini megnaðu báðir partar at spæla seg fram til onkrar rættiliga góðar málmøguleikar, ið tó ikki blivu útnyttaðir.
Í seinna hálvleiki fekk LÍF tvær ferðir mann riknan av vøllinum, og í báðum førum var tað fyri at fáa seinna gula kortið. Men í roynd og veru var tað eftir hetta, at LÍF hevði sínar størstu kjansir í mótálopum, tá B36 trýsti og sendi tað mesta av sínum fólki longur fram á vøllin fyri at vinna dystin.
Tá alt kom til alt, endaði dysturin við málleysum javnleiki, og at liðini fingu eitt stig í part fyri avrikið, var á góðari leið hjá B36 og LÍF, sum endaðu á ávikavist fimta og sætta plássi. Men við teimum kjansum, ið vóru, kundi javnleikurin eins væl verið bæði 1-1 og 2-2.

Dysturin í tølum
B36-LÍF 0-0