Null-hugsjónin í vinnumálaráðnum

Sum er liggur álitið um Null-hugsjónina hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í vinnumálaráðnum, har arbeitt verður við at gera tað klárt til at leggja fyri á landsstýrisfundi. Og tað verður væntandi um mánaðarskiftið.
Síðani verður málið koyrt í løgtingsskrivstovuna, har løgtingsformaðurin ger av, nær tað verður lagt fyri tingið til viðgerðar.
Um alt gongur, sum væntað, so verður tað helst um hálvan mars mánað, vænta tey á Ferðslutrygd.