Nú vóru eitt sindur færri fólk smittað

Í gjár vóru 575 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

2496 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4791 smittað við korona, ein er innlagdur við korona, eingin innlagdur vegna korona, og 18 eru deyð við korona í Føroyum.

 

Hóast færri vóru staðfest smittað, so er smittutrýstið hækkað. Tað er farið úr 21,3 til 23,0 prosent.

 

Miðaltalið av smittaðum seinastu sjey dagarnar lækkaði úr 690 til 685 fólk um dagin.