Innan ein mánað fer Pfizer at søkja um góðkenning til eitt triðja prik við covid-19 vaksinuni. Í fyrsta umfari verður søkt um hetta loyvi í USA. Tá ið Pfizer søkti um góðkenning til sína vaksinu, søkti felagið eisini fyrst um góðkenning í USA og síðani í Europa.
Í løtuni skulu tveir skamtar – tvey prik – til fyri at verða liðugt koppsettur við Pfizer vaksinuni, sum eisini verður brúkt í Føroyum.
Mikael Dolsten, granskingarleiðari hjá Pfizer, sigur við Reuters, at tvær høvuðsorsøkir eru til, at Pfizer fer at søkja um góðkenning til triðja prik.
Onnur orsøkin er, at kanningar vísa, at eitt hálvt ár eftir koppsetingina við Pfizer minkar mongdin av andevni í kroppinum, og harvið minkar verjan ímóti sjúku. Hinvegin vísa kanningarnar, at Pfizer eisini eftir eitt hálvt ár verjir væl ímóti álvarsamari covid-19 sjúku.
Hin orsøkin er sonevnda Delta-frábrigdið av covid-19. Pfizer vaksinan er effektiv ímóti Delta-frábrigdinum, men eftir eitt hálvt ár fellir mongdin av andevnum í kroppinum, og tí er størri vandi fyri smittu.
Kanningar hjá Pfizer vísa, at eitt triðja prik hevði givið fólki 5 til 10 ferðir so stórar mongdir av andevni ímóti covid-19. Harvið høvdu tey verið betri vard ímóti covid-19, eisini Delta-frábrigdinum.
Granskingarleiðarin hjá Pfizer vísir á, at eldri fólk og fólk í vandabólki vóru tey fyrstu at verða koppsett, og tí kundi eitt triðja prik serliga hjálpt teimum.
Erik Topol, sum er leiðari á Scripps Research í Kalifornia, sigur, at ein avgerð um triðja prik eigur ikki bert at byggja á mongdina av andevnum, tí so tekur man ikki hædd fyri, at aðrir partar av immunverjuni hjá kroppinum eisini kunnu mótvirka virus.
– Vit hava brúk fyri fleiri kanningum fyri at fáa greiði á hesum, sigur Erik Topol sambært Ritzau.











