Nú vil javnaðarflokkurin gera tey ríku ríkari

Nú síggja vit ítøkiliga, hvat formaður javnaðarfloksins Aksel Jóhannesen meinar við, tá hann førir fram, at ríkidømi Føroya skal deilast javnari millum Føroyingar.  Hann hevur ført hetta fram óteljandi ferðir í sjónvarpi, útvarpi og bløðunum og hetta er úrslitið. Ókeypis barnaansing til millióningar og við tad, at flest fólk búgva í høvudsstadnum, so fara pengarnir har.  Hetta var alt reypið. So vita vit tað.   

 

Javnaðarflokkurin vil nú, at øll tey ríku skulu hava ókeypis barnaansing.  Tað vil siga, at tey skulu hava ein lætta uppá 2000-2500 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Ein familja við tveimum børnum fær soleiðis ein  lætta uppá uml.  5000 krónur. Ikki smávegis , sum javnaðarflokkurin nú vil forkela tey ríku í samfelagnum.  

 

Taka vit tey, sum fáa ókeypis barnaansing í dag, so eru  tað tey, sum hava eina inntøku upp til 244.000 ,- árliga,  ella 20.333,-  um mánaðin. Síðani minkar stuðulin stigvíst  inntil inntøkan er kr.  293. 000 árliga,  tá hann fellir burtur.

Í løtuni verður arbeitt við, at broyta kunngerðina um ansingarpláss soleiðis,  at hámerkið verður hækkað upp til 390.000,-.  Hetta  fyri at lætta  um  hjá  lág-  og miðalinntøkum.

Nú vil javnaðarflokkurin avtaka hetta hámarkið og geva millióningum ókeypis barnaansing. Hvør  tosaði um, at ríkidømis Føroya skuldi býtast  javnari millum føroyingar ?  Enntá tey, sum ikki gjalda skatt í Føroyum skulu hava ókeypis barnaansing.

 

 

 

Alingin skal gjalda.

Hvør skal gjalda? Jú alingin, sum brúkar hvønn fjørð uttanfyri miðstaðarøkið skal gjalda.  Vinningurin frá alivinnuni  kundi t.d. ístaðin verid veittur sum  ískoyti til kommunurnar,  har alingin virkar. Á tann hátt fingu kommunurnar har aliringarnir liggja eitt sindur burtur úr  alingini, burtursæð frá teim fáu arbeidsplássunum.  Men nei,  javnaðarflokkurin vil heldur stuðla teim ríku í høvudsstaðnum í føstum almennum størvum.

Javnaðarflokkurin ynskir,  at yvirskotið frá  alingini  í mest møguligan mun skal gjaldast til ríkastu kommunu í Føroyum, Tórshavnar kommunu.  Her  búgva umleið 40 prostent av Føroya fólki og tí heilt náttúrliga flest børn.  Her búgva eisini flest veljarar. 

 

Alingin, sum í mestan mun virkar uttanfyri  ríkastu kommununa í Føroyum skal nú gjalda alt barnagarðsgildi hjá javnaðarflokkinum til ríkastu kommununa í Føroyum. Tað er lagnunnar speisemi, at her situr ein javnaðarmaður sum býráðsformaður vid stórum javnaðarmeiriluta.    Álvaratos hetta uppátikna sjálvrættvísið hjá javnaðarflokkinum gevi eg lítið fyri.  Hetta er  Javnaðarpolitikkur tá hann er best.

Hví kann hesin peningurin ikki heldur  koma kommununum til góðar, har alingin virkar ? Nei munurin gerst bara enn størri. Stættarmunurin verður størri, bæði  tá tað snýr seg um  fólk, og ikki minni, tá tað snýr seg um kommunurnar.

 

 

 

Populisma

Tórshavnar kommuna er ríkasta kommuna í Føroyum og ætlar  at  lækka skattaprosentið, tí peningastreymurin inn í kommunukassan er so stórur.  Og hvat ger javnaðarflokkurin?   jú henda ríkasta kommunan skal nú eisini fáa henda peningin frá alingini.  Alingin sum í  allarstørstan mun virkar uttanfyri Havnar kommunu. Hvør skal bløða ?   Jú enn  einaferð útjaðarin. Við vælsignilsi frá javnaðarflokkinum.  Ja, hvat ger man ikki fyri at tekkjast veljarunum í høvuðstaðarøkinum ?

 

 

 

Hvat verður tad næsta ?

Hvussu verður,  tá alivinnan ikki longur fer at geva eitt ónátúrligt avkast? Hvør skal tá gjalda gildið hjá javnaðarflokkinum ?  Búskaparfrøðingur hevur verid frammi og sagt, at ongin sjómannahýra skuldi verid hægri enn kr. 400.000. Vóni ikki,  at tad verður næsta stigið hjá javnaðarflokkinum.  

.