Fær Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sín vilja, verður almenna Kringvarpið avtikið soleiðis sum vit kenna tað í dag.
Tað gjørdi hann greitt, nú Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni. Hann segði, at hann hevði sitið spentur og lurta eftr tinglimum í samgonguni, tá ið teir umrøddu, hvat alment virksemi, tey kundu hugsað sær at einskilt. Har vóru posta, Føroya Tele og Banknordik, nevnt, men Jenis av Rana segði, at hann var vónbrotin av, at eingin hevði tikið Kringvarpið upp á tunguna.
Men sjálvur staðfesti hann, at ráddi hann fyri borgum einsamallur, varð Kringvarpið einskilt í morgin. Men hann sigur, at hann ætlar at taka málið upp á næsta samgongufundi.
Hann sigur, at nógv tann besta, og nógv tann einfaldasta loysnin hevði at einskilt Kringvarpið. Sjálvur heldur hann, at tað hevði komið stór broyting í tá ið journalistar og tekiknarar høvdu sloppið at gjørt sendingar fyri seg sjálvi. Hann heldur, at einkarrætturin hjá Kringvarpinum er brotin og hann heldur ikki, at nakar hevði viljað verið tær privatu útvarpsstøðirnar fyri uttan í dag.
Jenis av Rana heldur, at tað er høpisleyst, at fólk skulu tvingast til at rinda fyri nakað, tey ikki hava hug at lurta eftir, ella at hyggja at. Men sleppa journalistar og teknikarar at gera sendingar sjálvi, kunnu fólk rinda fyri tað, tey vilja síggja. Tað er okkara dreymur, sigur Jenis av Rana.
Hann hevur áður sagt í Løgtinginum, at vit mugu burtur frá, at tað bara eru nøkur ávís, sum gera av, hvat eru tíðindi til Føroya fólk. Tá segði hann eisini, at hann var til reiðar at taka tað stóra takið, men at tað tordi samgongan ikki.