Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í Løgtinginum í dag.
Tað var Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, sum setti honum spurning um málið, tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skránni í Løgtinginum í dag.
Høgni Hoydal sigur, at talan verður um eina ferða- og avgjaldsskipan, har ferðafólk, sum koma til landið, rinda eitt ávíst gjald tá tey koma til landið.
– Tað er rætt, at fleiri undanfarin landsstýri og landsstýrisfólk hava arbeitt við hesum málinum, sum eisini skilafólk í Sambandsflokkinum kenna til, segði Høgni Hoydal í svarinum.
Hann sigur, at talan er um eitt lógaruppskot um eina skipaða og burðardygga ferðavinnu, sum nú fer til hoyringar við eini hoyringsfreist upp á ein mánað. Síðani verða viðmerkingar viðgjørdar, áðrenn málið verður lagt fyri Løgtingið.
Landsstýrismaðurin segði, at talan er um eitt uppskot, har hugsað verður um bøndur og jarðareigarar, og at tað skal bera til hjá teimum at skapa vinning kring landið.
– Endamálið er at skipa eina ferðavinnu, sum ikki byggir á hópferðavinnu, men sum byggir á okkara egna veruleikar, segði Høgni Hoydal.
Hann segði eisini, at eftir uppskotinum fer ferðavinnan eisini at verða ein góðurmøguleiki til inntøku hjá teimum, sum varða av jørðini.
Keldur sum in.fo hevur tosað við siga, at ætlanin er, at fólk skulu sleppa at ganga ókeypis allastaðni, tó eftir nærri ásettum reglum – so sum ikki at ganga hvar sum helst í haganum, men at halda seg til hagagøtur. Bøndur kunnu tí ikki seta portur upp og taka pengar frá fólki, uttan at veita teimum eina tænastu.
Ferðafólk, sum koma til landið, rinda eitt avgjald saman við ferðaseðlaprísinum.
Einki er sagt um, hvussu pengarnir, sum koma inn, verða býttir útaftur.
Heitið á uppskotinum er ikki »Gongd í haga«, men »lógaruppskot um eina skipaða og burðardygga ferðavinnu«.