Tað hevur verið ein ógvuliga drúgv tilgongd, og mótstøðan hevur verið sera hørð. Men tað er hon ikki longur, og tí ferð løgtingið í dag – allarhelst við 19 atkvøðum fyri og 14 ímóti at samtykkja broytingarnar í lógini um borgarliga stovnað hjúnalag, sum at merkir, at fólk av sama kyni kunnu giftast borgarliga í Føroyum.
Talan er um løgtingsmál nr. 102/2016, sum nevnist »Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning«. Í klombrum verður greitt frá, at talan er um eina nágreining í lógarregluni at signa borgarliga stovnað hjúnalag.
Tá ið Løgtingið hevur samtykt hetta málið er leyst og liðugt, og so kunnu fólk av sama kyni giftast í Føroyum. Men tó ikki fyrr enn lógin er lýst.
Tá broytingin er samtykt, skal tað fyrst lýsast í Kunngerðarblaðnum. Tað skal vera hent áðrenn ein mánaður er farin.
Men hjúnabandslógin er donsk, so tá ið broytingin er lýst í Kunngerðarblaðnum í Føroyum, verður málið sent danska sosialmálaráðið, sum síðani skal lýsa tað í tí danska Lovtidende.
Í danska sosialmálaráðnum hava tey áður mett, at tað kann taka einar tríggjar, fýra vikur.
Í Føroyum verður ofta lýst við, at ein lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst. Men danskir myndugleikar vilja heldur, at ein ávísur dagur verður ásettur fyri, nær lógin kemur í gildi. Tað kann vera onkur dagur í summar, ella tíðliga í heyst.
Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevari í familjumálum í Landstýrinum, hevur fyrr sagt við in.fo, at tá ið tað er lýst í Lovtidende, skal tann nýggja lógin aftur lýsast í Kunngerðarblaðnum enn einaferð, og so er lógin um, at samkynd kunnu giftast í Føroyum endaliga sett í gildi.
Spurningurin er, hvussu skjótt málið kann avgreiðast, men verður skjótt atborið, ber til at avgreiða tað fyri summarfrítíðina, men tað er ikki vist.
Men í øllum førum er tað so, at verður málið um at broyta stk. 2 í § 14 í hjúnabandslógini samtykt nú, er tað bara eitt umsitingarligt arbeiði eftir, sum skal gerast, áðrenn samkynd sleppa at giftast í Føroyum.










