- Tá ið hetta árið fer at halla, skal Smyril verða so framkomin, sum ongin hevur sæð hann fyrr.
Tað lovaði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, nær Smyril fær eitt internet, sum kann brúkast, og nær tað fer at bera til at síggja sjónvarp umborð, uttan at myndin blaktrar alla tíðina.
Jenis av Rana, tinglimur fyri Miðflokkin tók undir, og staðfesti, at internetið umborð er fullkomiliga óbrúkiligt.
- Tað er bara at øsa seg sjálvan upp at royna at fara á internetið á Smyrli, tí tað er so vánaligt, at tað kann ikki brúkast, sigur hann.
Henrik Old sigur, at arbeitt verður við at fáa internetið í rættlag, men tað tað tekur sína tíð.
Eitt er, at antennur skulu setast upp á allari siglingarleiðini ímillum Suðuroynna og Havnina og tað verður gjørt nú í vár, ella tíðliga í summar.
- Men fyri at fáa tað nýggja 4G sambandið, skal eitt Fjarskiftiseftirlitið skal góðkenna frekvensin, og eftir øllum at døma tekur tað eisini nakrar mánaðir. Hinvegin kann 3G fáast at virka um heilt fáar vikur.
- Tískil noyðast vit at geva tol eitt sindur afturat, áðrenn tað nýggja, framkomna internetið verður sett til sigur hann.
Samstundis leggur Smyril nú um frá at brúka tungolju til at brúka vanliga dieselolju, sum minkar munandi um vandan fyri tekniskum brekum.
Men Henrik Old lovar hinvegin, at tá ið viðurskiftini eru fingin í rættlag, verður Smyril so framkomin, sum hann ongantíð hevur verið áður, so fínt skal tað vera.
- Tá ið hetta árið fer at líða, skal Smyril sigla "sum eitt supermodernað skip", lovar landsstýrismaðurin.
Hann vísur eisini á, at tá ið internetið er farið at rigga, átti eisini at borið til at gjørt eitt arbeiðsrúm umborð, har fólk kundu sitið í friði og náðum og arbeitt.
Jacob Vestergaard ivast í, hvussu neyðugt tað er at seta mastrar upp allastaðni, tí nú á døgum hava øll fiskiskip internet, og tey eru ikki bundin at nakrari mastur.
Henrik Old sigur, at valið stóð ímillum eina ógvuliga dýra loysn, og so hesa loysnina, sum nú verður roynd, og sum fer at virka seinni í ár.











