Nú verður ráðstevna um fosturtøku

Mikudagin 19. apríl kl. 19:00 hevur Etiska ráðið almenna ráðstevnu um fosturtøku. Ráðstevnan verður í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Endamálið við ráðstevnuni er at hyggja at argumentum fyri og ímóti fosturtøku. Tó at tað neyvan verður hendan ráðstevnan, sum loysir allar ósemjurnar um evnið, so vóna vit at ráðstevnan kann vera við at gera at fólk skilja argumentini á báðum síðum, og kann vera eitt íkast til at kjakið um fosturtøku er minni merkt av polarisering.

 

Ráðstevnan verður tikin upp á band. Eftir ráðstevnuna er ætlanin at brúka upptøkurnar, saman við kunnandi tilfari Etiska ráðið framleiðir um evnið, at gera undirvísingartilfar og undirvísingargongdir.

 

Skráin verður:

 

19:00 – Vælkomin.

19:05 – Framløga um fosturtøku í Føroyum, Turið Hermansdóttir

19:25 – Argument fyri og ímóti fosturtøku, Arni Zachariassen og Súsanna Mortensen

19:40 – Steðgur

20:00 – Pallborðskjak

20:40 – Sofaprát, Jógvan D. Hansen og Armgarð Arge

21:00 – Takk fyri