Frá 1.januar 2016 verður tað ókeypis at svimja í svimjihylinum í Fuglafjarðar skúla. Ætlanin er eisini, at svimjihylurin skal verða meira opin, eitt nú um vikuskiftini og í frítíðini annars.
- Eg eri ógvuliga fegin um hesa avgerð, sum býráðið hevur tikið. Nú verður tað soleiðis, at tá svimjihylurin er opin eftir skúlatíð, verður svimjingin ókeypis, bæði hjá børmum og vaksnum.
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, vísir á, at inntøkurnar av svimjihylinum gjøgnum eitt ár eru so óbetýðiligar, at býráðið hevur gjørt av at taka gjaldið av.
- Eg vóni, at hetta ikki minst fer at stimbra hugin, bæði hjá børnum og vaksnum, at svimja eftir skúlatíð, um vikuskiftini og í frítíðini annars, sigur borgarstjórin.