Higartil hava Føroyar ikki havt eitt norrønt ungmannafelag. Tað verður broytt uppá nú.
Politisk virkin ungfólk, sum hava góðar royndir við norrønum samstarvi, og sum veruliga hava eina visión fyri norrønum samstarvi hava boða til stovandi aðalfund av norrønum ungmannafelagi í hølum norrøna felagsins, leygardagin 8. februar.
Fríggjamorgunin vóru Laura Katrine Apol og Erhard Petersen frá Sosialistiskum Ungum, og Jónathan Jacobsen frá ungmannafelagnum Samband í Rásarúminum og greiddi frá sínum royndum við norrønum samstarvi, og hví tey vilja hava eitt norrønt ungmannafelag stovnað í Føroyum.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøðuna við Lauru Katrine Apol. Erhard Petersen og Jónathan Jacobsen.