Nú verður tað lættari hjá føroyingum at ferðast úr Føroyum og til Føroya aftur við vápnum og lóðuri. Nú er nevniliga ein kunngerð sett í gildið sum serliga fer at gera tað lættari hjá føroyskum ítróttarfólkum, sum fara til skjótikappingar uttanlands, og hjá føroyskum veiðifólkum, sum fara uttanlands á veiðiferð.
Tey, sum ferðast uttanlands í slíkum ørindum kunnu nú søkja Umhvørvisstovuna um at fáa eitt vápnapass, sum loyvir teimum at ferðast úr Føroyum, og heim aftur við vápnum og lóðuri. Ein treyt fyri at fáa vápnapass er, at umsøkjarin hevur vápnaprógv við skeiði í vápnatrygd og tað kostar 500 krónur.
Vápnapassið er galdandi í fimm ár hvørja ferð, men tað verður eisini ein treyt, at tey, sum ferðast við vápnum, skulu skjalprógva, hvat tey fara til, sum krevur, at tey hava vápn við.