Í síðstu viku komu ávísingarskeltir upp í Vági. Hetta eru skelti, sum vísa ferðafólki, hvønn veg tey skulu ganga fyri at koma á varðagøtuna og gongutúraskeltið norðan fyri Vág.
- Skeltini greiða frá um Vágsbygd og um, hvat ferðafólk kunnu uppliva og fara til í Vági, bæði av upplivingartilboðum, náttúruperlum og søguligum støðum.
Í Vágs kommunu verður sagt, at ávísingarskeltini eru liður í skeltingini av Vági.
- Skeltini eru myrk á liti og ímynda ein persón við ryggsekki. Her eru pílar, sum vísa ferðafólki, hvar tey skulu ganga fyri at náa varðagøtuna norðan fyri Vág og gongutúraskeltið við viðarlundina, sum eisini kunnar ferðafólk um møguligar gongutúrar.
Farleiðin hjá ávísingarskeltunum byrjar við Miðlatún, har Visit Suðuroy heldur til. Síðan fer farleiðin niðan eftir gongugøtuni, rópt Suez-kanalin.
- Komin á Toftaveg skulu ferðafólk ganga niðan eftir Toftabrekku. Í Toftabrekku kunnu tey velja at fara vestur eftir Fossávegi til gøtuna, sum gongur niðan til Skótahúsið í Geilini.
Í Vági vísa tey á, at ferðafólk eisini kunnu halda fram niðan eftir Toftabrekku, til tey koma til Geilina - og so snara vestur eftir vegnum móti Skótahúsunum.
- Tá ferðafólkini síðan eru komin til Skótahúsini, skula tey krossa brúnna um Hvanndalsá og ganga niðan móti viðarlundini.
Lagt verður aftrat, at eitt gongutúraskeltið eisini stendur við viðarlundina, sum vísir veg til varðagøtuna og aðrar møguligar gongutúrar í umhvørvinum.
Tað er Visit Faroe Islands, sum hevur ment og latið Visit Suðuroy snøggu skeltini.