Nú verður hann heiðraður

Fróðskaparsetrið heiðrar Shahin Gaini, yvirlækna á Landssjúkrahúsinum

Shahin Gaini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, er nú tilnevndur adjungeraður professari í smittusjúkum á Fróðskaparsetri Føroya. At verða tilnevndur adjungeraður professari, er heiður, sum univesitet, og líknandi stovnar, vísa vísindafólki, og øðrum, á høgum, fakligum stigi. Shahin Gaini er 51 ára gamal og føddur í Teheran í Iran. Í uppvøkstrinum búði hann í Iran, Danmark, Noregi og í Føroyum. Hann fekk studentsprógv í Oslo og nam sær síðani prógv sum lækni í 1998 frá Universitetinum í Keypmannahavn.

 

Longu í lestrartíðini kveiktist áhugin fyri immunologi og lívhættisligum ígerðarsjúkum so sum meningitis og sepsis, sum er eitt álvarsligt slag av blóðeitran við bruna, sum breiðir seg í kroppinum.  Eftir lokið læknaprógv helt hann fram á Odense Universitetshospitali, har hann hevur verið knýttur at infektiónsmedisinsku deildini bæði sum klinikari og granskari síðani 2000. Hann var Ph.d í 2008 og sjálv Ph.d.-ritgerðin snúði seg um eina stóra granskingarverkætlan við umleið 500 álvarsliga sjúkum sepsis-sjúklingum, har nýggjar diagnostiskar metodur vórðu kannaðar og tað broytti sjúkugreiningina í sambandi við sepsis.

 

Klinisku útbúgvingina í internum medisini, infektiónsmedisini og tropumedisini tók hann á Odense Universitetshospitali, Karolinska Institutet í Stockholm og Kolding Sygehus frá 2006 til 2011 og hann fekk serlæknaviðurkenningina í 2011.

 

Shahin Gaini hevur í tveimum umførum arbeitt sum fastur yvirlækni á Odense Universitetshospitali.  Síðani 2011 hevur hann verið knýttur at Landssjúkrahúsinum sum yvirlækni og seniorgranskari. Samstundis hevur hann vegleitt fleiri ph.d.-lesandi á infektiónsmedisinska økinum, og mangar vísindaligar greinar eru komnar burtur úr hesi granskingini, sum serliga hevur snúð seg um sepsis, immunologi, epidemiologi og Covid.

 

Gjøgnum alla starvsleið sína hevur Shahin Gaini verið virkin undirvísari á Syddansk Universiteti, Fróðskaparsetri Føroya og einari røð av sjúkrahúsum. Shahin Gaini hevur somuleiðis hildið eina ørgrynnu av vísindaligum fyrilestrum á kongressum og ráðstevnum. Í 2017 stóð Shahin Gaini á odda fyri stóru norðurlendsku infektións- og mikrobiologisku ráðstevnuni NSCMID 2017, sum var í Havn.

 

Hann hevur útgivið meira enn 55 vísindaligar greinar, har hann hevur verið fyrsti ella annar rithøvundi á meira enn 30 av teimum. Epidemiologiska sepsisgranskingin í Føroyum hevur vakt ans altjóða og er blivin aðalávísing í sepsisfrágreiðingini hjá WHO í 2020, sigur Fróðskaparsetrið í kunningarskrivi.

 

Nú Shahin Gaini 1. mai varð tilnevndur adjungeraður professari í smittusjúkum á Fróðskaparsetri Føroya, fer hann at halda almennan professarafyrilestur, sum siður er, men enn er ikki greitt nær tað verður.