Nú verður grivið út fyri tyrlusimulatori

- Økið er 4000 fermetrar, og tyrlusimulatorurin skal eftir ætlan takast í brúk fyrsta ársfjórðing í 2024. Samlaða verkætlanin er mett at kosta stívliga 100 miljónir krónur. 

Fyrst í juni í ár skrivaðu skrivaðu Atlantic Airways og franska felagið, Thales Group, undir sáttmála um ein tyrlusimulator, sum skal staðsetast á ídnaðarøkinum oman fyri Hotel Vágar.   

 

- Hetta var fyrsta stigið til Atlantic Airways Aviation Academy, sum fer at bjóða tyrluskiparum úr øllum heiminum framkomnastu tyrlusimulatorvenjingar, sum eru atkomiligar í dag.

 

Tað siga tey í Sørvágs kommunu. Lagt verður aftrat, at simulatorurin syrgir fyri fyrsta floks ímyndaðari flogvenjing, sum tekur støði í umhvørvinum.

 

- Hetta er eisini ein simulatorur, sum kann venja manningar í samband við leiting og bjarging, sum eisini er avgerandi fyri føroysku tyrlumanningina, ið er partur av tilbúgving Føroya alt samdøgrið - og alt árið.

 

Í Sørvágs kommunu vita tey at siga, at maskinur hjá J&K Petersen nú í eina góða viku hava grivið út á ídnaðarøkinum, og hetta arbeiðið verður liðugt fyrst í oktober.

 

- Økið er 4000 fermetrar, og tyrlusimulatorurin skal eftir ætlan takast í brúk fyrsta ársfjórðing í 2024. Samlaða verkætlanin er mett at kosta stívliga 100 miljónir krónur. 

 

##med2##