Nú verður farið undir projekt SALT á Drelnesi

Mikudagin verða sáttmálarnir um byggingina undirskrivaðir

Nú verður farið undir arbeiðið at gera nógv umrødda Projekt Salt á Drelnesi.

 

Býráðsfundi á Tvøroyri nú seinnapartin varð upplýst, at sáttmálarnir um byggingina verða undirskrivaðir á samkomu í ítróttarhøllini í Trongisvági seinnapartin mikudagin.

 

Farið verður undir arbeiðið alt fyri eitt og mentanarhúsið á Drelnesi skal vera liðug longu um næsta ársskifti.

 

Arbeiðið fekk eitt bakkast, tá ið tilboðini, sum komu inn, vóru nógv dýrari enn játtanin til húsið var.

 

Arbeiðið varð boðið út av nýggjum, men tá komu ongi tilboð inn. Men síðani hava samráðingar verið við TG verk og partarni samdust fyrr í heyst um eina avtalu, so at pengarnir passa.  

 

Og nú hava allir partar, danska stjórinin, Maersk grunnurin og landsstýrið, góðtikið ætlanina.

 

Í nýggju ætlanin er síðubygningurin tikin burtur.  Men tað eru ikki øll so kedd um, tí summi hildu, at hann hóskaði seg saman við sermerkta húsinum.

 

Myndin er ein tekning av mentanarhúsinum, sum tað fer at síggja út, nú síðubygningurin er tikin burtur.

 

Mentanarhúsið kostar 58 milliónir, umframt mvg.