Nú verður farið undir kappróðrarneystið í Klaksvík

Ætlanin er, at kappróðrarfelagið skal flyta í nýggja neystið um eitt ár

Andreas Josephsen stjóri í Malltek og Karl Johansen borgarstjóri í Klaksvík

Í farnu viku varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum Klaksvíkar býráð og Malltek, sum eftir heystfrítíðina fer undir at byggja nýtt kappróðrarneyst til Klaksvíkar Róðrarfelag

 

Klaksvíkar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

 

Upprunaliga varð sáttmálin undirskrivaður á einari móttøku á sumri í fjør, men nú er ein dagførdur sáttmáli undirskrivaður, har høvuðsbroytingarnar eru ávís tilval, príshækkingar í samfelagnum og myndugleikakrøv.

 

Sáttmálin er nú áljóðandi 8,7 mió., sum er nakað hægri enn upprunaligi sáttmálin fyri einum góðum ári síðan. Arbeiðið byrjar av álvara í november, og skal, sambært tíðarætlanini, verða liðugt um á leið eitt ár.

 

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um, at verkætlanin nú komin somikið langt, at byggingin kann fara í gongd, soleiðis at Klaksvíkar Róðrarfelag kann fáa nýggj, hóskandi hølir mitt í hjartanum í býnum.

 

- Klaksvíkar Róðrarfelag hevur nógvar íðkarar og nógv virksemi. Tí er tað gleðiligt, at hølisviðurskiftini hjá teimum nú koma upp á pláss. Hetta er ein spennandi verkætlan, sum gevur teimum prýðiligar umstøður, ið vit síggja fram til at handa felagnum komandi ár, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

 

Malltek er høvuðsarbeiðstakari í hesi verkætlanini, sum annars er ment í tøttum samstarvi við kappróðrarfelagið og Henning Larsen arkitektar, sum eisini hava staðið fyri miðbýarverkætlanini. Tískil fer nýggja kappróðrarneystið at fella væl inn í miðbýarmyndina, har ætlanin er, at neystið skal varðveita tað siðbundna føroyska sniðið við neystalonum.

 

Andreas Josephsen stjóri í Malltek og Karl Johansen borgarstjóri í Klaksvík