Nú verður ein triðingur eftir

Tríggir dystir í bestu deildini vera í dag og tveir mikukvøldið

Tríggir dystir í bestu deildini í fótbólti vera í dag. Tey fýra liðini, sum ikki fara á vøllin í dag, fara at spæla mikukvøldið. Mikukvøldið verður punktum sett fyri annan triðingin av kappingarárinum. Tá fara øll at hava spælt 18 dystir. Undantakið verður KÍ og B36, sum eru sett at hittast í Klaksvík hósdagin 1. september.

 

Seinastu dagarnar hevur verið eitt sindur at turbulensi í sambandi við, at KÍ seinnapartin skal suður á Argir at spæla. Tað man sjáldan vera komið fyri í føroyskum fótbólti í fremstu røð, at tað hevur verið so stutt tíð millum tveir dystir hjá einum felag, sum tað nú er hjá klaksvíkingum. Eftir 120 minuttir og brotssparkskapping fóru teir av Tórsvølli, tá ið klokkan nærkaðist 10 hóskvøldið, og nú fyrireika teir seg aftur at fara suður í høvuðsstaðin, har fyrsta bríksl á Argjum verður klokkan 17.

 

Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu í dag. Tað er summarveður kring alt landið.

 

 

 

EB/Streymur – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

07 Vestur – B68: Dagfinn Forná kl. 16.00

 

AB – KÍ: Jákup Øssursson Mohr kl. 17.00   

 

-

 

16151045446
Víkingur171313531640
HB171043331934
B3616817311525
EB/Streymur17737233124
07 Vestur17539214218
AB175210244717
NSÍ175012214115
B68174211203714
Skála17151120398

 

 -

 

Mikudagin 17. august

 

Skála – Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 19.00

 

B36 – NSÍ: Alex Troleis kl.