Nú verður ein 5. og avgerandi finala

Elias og Óli vóru báðir millum málskjúttarnar, tá ið tað á heimavølli eydnaðist at vinna, og harvið verður neyðugt við fimtu og avgerandi finalu fyri at finna svenska meistaran í hondbólti

Aftur í kvøld var tað dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið IK Sävehof hevði vitjan av Kristianstad. Hetta var fjórða finalan um svenska meistaraheitið í hondbólti. Støðan undan dystinum var, at Kristianstad hevði vunnið tvær ferðir, og IK Sävehof hevði vunnið einaferð – fyrstu finaluna sum var í Kristianstad.

 

Í kvøld vann IK Sävehof 30 – 28, og so verður neyðugt við einari finalu aftrat fyri at finna svenska meistaran í manshondbólti. Tann finalan verður í Kristianstad mánakvøldið klokkan 18.10.

 

IK Sävehof hevði knívin á barkanum, og eina løtu í fyrra hálvleiki sá einki út, tí tá var Kristianstad frammanfyri við fimm málum. Men tað gongur ofta skjótt í hondbólti. Hálvleiksstøðan var 13 – 12 til Kristianstad. IK Sävehof javnaði beinanvegin í seinna hálvleiki til  13- 13, og so gekk tað javnt á.

 

Tá ið eitt korter var eftir, var støðan 20 – 20. So legði IK Sävehof seg á odda, og tá megnaði Kristiansd ongantíð at vinna seg  aftur upp á javnt.

 

Fram ímóti dystarenda legði IK Sävehof seg á odda við fýra málum. Í onkrari av fyrru finalunum hava teir í IK Sävehof søplað leiðsluna burtur, men soleiðis var ikki í kvød. Fagnaðurin var stórur, tá ið klokkan vísti 57.46, og so tá var so lítið av tíð eftir, at tað ikki bar til hjá Kristianstad at javna og harvið enn einaferð at fáa møguleikan at vinna í longdari leiktíð.

 

Tað var eitt sindur óvæntað, at Elias Ellefsen á Skipagøtu var á listanum hjá IK Sävehof.  Bæði Elias og Óli Mittún áttu sín lut í sigrinum, hóast teir onkuntíð hava verið meiri eyðsýndir, enn teir vóru í kvøld. Elias skoraði fýra mál, og Óli skoraði trý mál.

 

Stóru spælararnir megna at reisa seg, hóast teir ikki hava havt marginalirnar við sær. Soleiðis var tað hjá Eliasi í kvøld. Hann átti uppleggið til 1-0, og Óli økti um heimaleiðsluna til 2-0. Elias skoraði við brotskasti til 3-2, so misnýtti hann brotskast, og var partur av mistøkum í álopsspælinum, so tiltuskaði hann sær brotskast, áðrenn hann fleiri ferðir kiksaði.

 

Tá ið fimm minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki minkaði Óli Mittún um munin til 11-7.

 

Seks minuttir eftir steðgin var tað Elias, sum legði IK Sävehof á odda 16-15, og tá ið tað fram ímóti dystarenda stóð nógv á, áttu føroysku systkinabørnini stóran leiklut. Óli Mittún skoraði til 26-24, Elias økti um munin til 27-24, og Elias økti um munin til 29-26.