Nú verður tað eitt sindur dýrari at leiga sær ein hýruvogn í Havn. Onnur av teimum stóru bilastøðunum boðar nú frá, at nú fara prísirnir upp. Prísurin hevur verið tann sami síðani 2015, og tá tað er vorðið dýrari at liva og virka í samfelagnum seinastu árini, hevur Auto avgjørt at hækka prísin, siga tey í eini fráboðan í morgun. Tey vísa eisini á, at árið í fjør varð tungt, tí korona farsóttin rakti hýruvognsvinnuna meint.
Tí heldur nevndin í Auto at tað er ráðiligt at hækka prísirnar í næstum, og sum heild hækka prísirnir tíggju krónur. Bíligasti takstur gerandisdagar verður nú 100 krónur, har hann nú er 90 krónir og bíligasti prísur um náttina verður nú 110 krónur har hann nú er 100 krónur. Um vikuskiftið verður bíligasti prísurin nú 120 krónur, har hann nú er 110 krónur.
Prístalvan verður somuleiðis einfaldari, har ein tíðarsona fellur burtur, so tað vera ein dagtakstur og ein náttartakstur. Gerandisdagar er dagtaksturin frá kl. 06:00 til á midnátt og um vikuskiftið frá kl. 08:00 til á midnátt.
Prísirnir hækka í tveimum umførum. Tann 1. juni hækkar prísurin at koyra um vikuskiftið, og 1. september hækka prísurin eisini gerandisdagar. Hetta rakar bæði privat- og vinnukundar, tí allir prísir felagsins verða broyttir samsvarandi, sigur Auto.