Nú verður dýrari at ferðast í Føroyum

Landið fer at missa meiri enn tey ætla at fáa í kassan

Nú ferð at vera dýrari hjá ferðafólki at ferðast í Føroyum. Tað sigur Ferðavinnufelagið, nú samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka avgjaldið á bensin og á diesel.

 

Ferðavinnufelagið heldur ikki, at samgongan leggur upp fyri teim fíggjarligu avleiðingum, sum hetta fer at hava við sær fyri tey vinnøki, sum ikki eru fevnd av undantøkunum í lógini.

 

Eitt dømi er ferðavinnan, har tað eru tey, sum koyra ferðafólkabussar, ið verða harðast rakt.

 

- Talan er um eina lítla vinnugrein, sum hevur alstóran týdning fyri ferðavinnuna, sigur Ferðavinnufelagið.

 

Felagið heldur ikki,  at tað sum landið fær inn í øktum avgjøldum frá hesum fyritøkum, stendur í mát við fíggjarligu avleiðingarnar, sum hetta hevur fyri tey, sum koyra ferðafólkabussar í Føroyum.

 

Ferðavinnan sigur, at skulu tey, sum koyra buss, rinda hægri avgjald av brennievninum, samstundis sum at vegskatturin hækkar, fer tað at føra príshlkkingar við sær.

 

- Tað er ikki ósannlíkt, at prísirnir fara at hækka einar 15 krónur um tíman, sigur felagið.

Tað eru nógv sum halda, at Føroyar er eitt dýrt ferðamál, og í royndunum eftir at menna ferðavinnuna, átti landið heldur at bøtt um umstøðurnar, heldur enn at leggja fleiri byrðar á vinnuna, heldur Ferðavinnufelagið.