Nú verður bíligari at lata seg kanna fyri koronu

Nú skulu øll, sum koma til Føroya, lata seg kanna fyri koronu. Í løtuni er tað ókeypis - men tað verður tað ikki frá 1. januar

Nú er tann skipanin aftur sett í gildið, at øll, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna fyri koronu, áðrenn tey sleppa leys í samfelagnum. Tað var ein skipan, sum varð sett í gildið tíðliga í fjør, tá ið korona fór at ganga í Føroyum. Men eftir at vit høvdu verið smittufrí í langa tíð í summar, varð skipan sett úr gildið aftur í heyst.

 

Men nú í oktober fór korona aftur at herjað og nú er so skipanin sett í gildið aftur, har øll, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna fyri koronu. Tað er farsóttarnevndin, sum hevur avgerðandi orðið í hesum føri, og í fyrsta umfari er avgjørt, at kanningin á markinum er kravd til 31. januar.

 

Kanningin er ókeypis so allir jólagestirnir, sum koma hendavegin, sleppa undan at gjalda. Men tað er greitt, at frá á nýggjaárinum verður tað ikki longur ókeypis at lata seg kanna fyri koronu.

 

Upprunaliga var tað heldur ikki ókeypis, tí tá skipanin varð sett í gildið í hvør, kostaði kanningin 312 krónur.

 

Men nú hevur Landsstýrið samráðst seg fram til ein lægri prís, so frá 1. januar skulu øll, sum koma til Føroya, gjalda 250 krónur afturat ferðaseðlinum fyri at lata seg kanna fyri koronu. Avtalan um hendan prísin er galdandi til 31. januar og halda kanningarnar fram eftir tað, verður prísurin endurskoðaður. Annars er skipanin við avgjaldi á hvørjum ferðaseðili í gildið til 31. mars, men verða kravdu koronukanningarnar avtiknar áðrenn, verður avgjaldið eisini avtikið samstundis.

 

Tað eru flutningsfeløgini, sum krevja pengarnar inn frá fólki - men hetta kunnu tey taka sær eitt ómaksgjald fyri.