Nú verða tey MP og MF

Maður danska forsætisráðharran ætlar sær í bretska Parlamentið.

Í gjár gjørdist greitt, at Stephen Kinnock, maður Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, fer at stilla upp fyri Arbeiðaraflokkin á næsta parlamentsvalinum í Bretlandi.

 

Hann verður valevn i Aberavon-valdøminum í Wales, og sambært fjølmiðlunum er tað sera sannlíkt, at hann verður valdur. Teir vísa á, Arbeiðaraflokkurin í Aberavon-valdøminum hevur havt umboð í parlamentinum síðani 1922.

 

Tað kemur ikki óvart á nakran, at Stephen Kinnock hevur áhuga fyri politikki. Pápi hansara, Neil Kinnock, var formaður í Arbeiðaraflokkinum og sat í parlamentinum í 25 ár, og kona Stephen er bæði floksformaður og stjórnarleiðari.

Verður Stephen valdur, verða hann og konan ávikavist MP (Member of Parliament) og MF (Medlem af Folketinget).