Nú verða stórar broytingar í rúsdrekkalógini

Nýggja samgongan hevur sett sær fyri at gera rúsdrekkalógina linari. Tí verður eitt prinsipp nú avtikið, sum higartil hevur verið ófrávíkiligt

Eitt, tann nýggja samgongan ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, hevur sett sær fyri, er at broyta rúsdrekkalógina. Endamálið er at gera rúsdrekkalógina linari, og í hesum sambandi verður eitt prinsipp avtikið, sum higartil annars hevur verið ófrávíkiligt. Prinsippið, sum higartil hevur verið er, at tað er bara Rúsan, sum skal hava einkarætt til at innflyta og selja vín, rúsdrekka og sterkt øl.

 

Men nú skal Rúsan missa hendan einkarrættin. Nýgga samgongan hevur nevniliga sett sær fyri, at matstovur skulu fáa loyvi at innflyta vín og øl beinleiðis. Og samstundis fáa Bryggjarí, og brennarí eisini loyvi til at gera sínar egnu sølubúðir har tær sleppa at selja sína egnu framleiðslu av øli og rúsdrekka.