Nú vera FM finalurnar í flogbólti

Næstu dagarnar vera finalurnar um føroyameistaraheitið í Føroya Tele-deildini hjá monnum og kvinnum spældar

Finalurnar eru skipaðar soleiðis, at leiktir verða tveir dystir. Vinna liðini hvør sín dyst - og tað er líka mikið, hvussu settúrslitini eru - verður leikt eitt avgerandi “gullsett” beint eftir seinna dystin. Hetta settið er upp í 15, og tá fellur so avgerðin.


Mansfinalurnar

Fyrsti dysturin verður í kvøld, mikukvøldið 30. mars í Badmintonhøllini í Klaksvík ímillum menninar hjá Mjølni og ÍF. Mjølnir hevur heimavøll í fyrru finaluni, tí teir vóru nr. eitt í sjálvari landskappingini.  

 

Seinni dysturin verður spældur í Høllini á Hálsi í Havn leygardagin 2. apríl kl. 19.


Kvinnufinalurnar

Hóskvøldið kl. 19.30 spæla kvinnurnar hjá Fleyr og SÍ sína fyrru finalu í Høllini á Hálsi í Havn. Her hevur Fleyr heimavøll, tí tær lógu nr. eitt í sjálvari landskappingini.     

 

Seinni dysturin verður verður eisini í Høllini á Hálsi. Hann verður leygardagin 2. apríl kl. 16.


Fýra á rað?

Hjá monnunum hevur Mjølnir vunnið føroyameistaraheitið seinastu trý árini, og millum tey flestu, sum halda seg hava skil fyri flogbólti, verður væntað, at Mjølnir fer eisini at hava munin í ár. Tað hildu nógv av somu fólkum eisini í fjør, og tey fingu eisini rætt, men tað var um eitt hár at gera, at tað ikki heldur var ÍF, sum vann há-dramatisku finaluna, sum varð avgjørd við gullsetti, sum Mjølnir vann 15-11. Vinnur Mjølnir meistaraheitið, so eiga klaksvíkingar metið fyri flest meistaraheiti í bestu mansdeildini einsamallir. Í løtuni deila teir heiðurin við Fleyr við 11 meistaraheitum.


Nýggjur meistari?

Finalan hjá kvinnum var ikki minni dramatisk, har tað var SÍ, sum vann føroyameistaraheitið við at vinna gullsettið 17-15 ímóti Drátti, sum annars hevði havt dystarbólt. Hesaferð er mótstøðuliðið Fleyr, sum byrjaði kappingarárið við at tapa 3-0 fyri júst SÍ, og tapti eisini triðja dystin, sum var ímóti Drátti. Men síðani hevur Fleyr ment seg nógv og hevur vunnið allar hinar dystirnar og verður av teimum flestu mett sum rímiliga greiður favorittur at vinna føroyameistaraheitið hesa ferð.


Felags fyri báðar FM-finalurnar er, at tað eru somu lið, sum eisini møttust í steypafinalunum fyri einum mánaði síðan. Tá vann Mjølnir 3-1 á ÍF í mansfinaluni, og í kvinnufinaluni vann Fleyr 3-1 á SÍ.