Hin 11. desember fær føroyska sjómansheimið, Hotel Ørkin í Reykjavík, nýggjan leiðara. Tá tekur 49 ára gamli gøtumaðurin, Rúni Klein Joensen, við leiðsluni.
Tað skrivar heimasíðan hjá Trúboðanum í dag.
Rúni Klein Joensen hevur handilsskúla og hevur lisið handilsøkonomi við sergrein innan samskifti, sølu og leiðslu. Hann hevur millum annað starvast sum sølumaður og leiðari. Seinasti 12 árini hevur hann verið ognarseljari.
Hann er familjumaður, og í frítíðini fyllir ítrótturin nógv.
Trúboðin setti komandi leiðaranum spurningin, hví hann valdi at søkja starvið í Ørkini?
- Um ta tíðina, tá vit sum familja fluttu heim úr Danmark eftir hægri lestur fyri longu nógvum árum síðan, var ein lýsing í bløðunum eftir júst hesum starvi. Men, við smáum børnum mettu vit sum familja, at tíðin var ikki búgvin tá.
Rúni Klein Joensen vísir á, at tá nú aftur varð lýst eftir leiðara til Ørkina í 2023, føldu tey, at tíðin við vaksnum børnum var búgvin.
Hann sigur, at hann nú er til reiðar at taka við hesum spennandi og fjølbroytta starvi í Ørkini.
- Starvið er viðkomandi við mínum royndum og fakligu førleikum, og gott ferðasamband er millum Ísland og Føroyar, sigur Rúni Klein Joensen, sum verður nýggjur leiðari á Ørkini í Reykjavík, við heimasíðuna hjá Trúboðanum.