Nú útbyggja vit Tekniska Skúla í Klaksvík

Samgongan heldur fram við at útbyggja og nútímansgera føroyska samfelagið. Fyrr í vikuni fegnaðust vit um Viðareiðistunnilin, ið er eitt stórt framstig fyri okkum øll, tí tunnilin kemur at knýta bygdirnar saman á einum tryggari grundarlagi, tí núverandi farleið er vandamikil. Í dag kunnu vit so frøast um, at farið verður undir at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík.

 

Fiskivinnuhøvuðsstaður

Tað hevur leingi verið sagt, at Klaksvíkin er okkara fiskivinnuhøvuðsstaður, tí býurin hevur seinastu áratíggjuni alt fleiri sterkar og framskygdar vinnulívsmenn. Frá sluppunum hjá Kjølbro til nýggjastu nótaskipini í flotanum. Hóast línuflotin og útróðrarbátarnir hava tað torført, eiga teir sín stóra leiklut í, at Klaksvíkin hevur ment seg so nógv, tí fiskimaðurin hevur seinastu øldina skapt arbeiðspláss á landi og á sjónum. Annars hevði mangan verið svangligt í Føroyum. Men nú er tað okkara uppgáva at halda fram við at menna Klaksvíkina sum fisvinnuhøvuðsstaður. Tí fegnist eg eisini um, at løgtingið samtykti at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík, tí endamálið við útbyggingini er at “loysa framtíðar hølistørvin á miðnáms-, yrkis- og maritima skúlaøkinum í Norðoyggjum.”

 

Vaksandi áhugi

Ætlanin er at byggja uppí verandi skúla, og útbyggingin fevnir somuleiðis um hølir til matvøruútbúgvingarnar. Hetta er neyðugt, tá hugsað verður um at granska og gera íløgur í víðari menningini av føroyskum fiski og fiskaúrdráttum. Í dag eru omanfyri 200 næmingar, ið hava gerandisdag í Tekniska Skúla, men eftirspurningur er støðugt vaksandi. Sostatt verður neyðugt fyr at framtíðartryggja hølistørvin, at fleiri undirvísingarhølir verða bygd. Samlaði kostnaður verður 36 mió. kr. Um alt gongur eftir ætlan, verður skúlin tikin í nýtslu í 2016.

 

Framstig

Sum limur í fíggjarnevndini eri eg ómetaliga fegin um, at tað hevur eydnast okkum at finna eina semju, sum allir flokkar taka undir við. Løgtingið hevur játtað pengar til miðnámsskúlan á Kambsdali, stóra verkætlanin við Marknagilsdepilin verður framd, og nú útbyggja vit eisini Tekniska Skúla í Klaksvík fyri 36 mió. kr.

 

Sanniliga heldur samgongan fram við at útbyggja og menna føroyska samfelagið.

 

Jákup Mikkelsen

Tingbólkaformaður fólkafloksins