Nú trýsta norðmenn eisini hýsuprísin niður

Norðmenn hava leingi koyrt nógvan tosk á marknaðin og trýst prísin niður. Nú stendur hýsan fyri tørni, og avleiðingin er tann sama.

Fyri bara nøkrum fáum døgum síðani fingu skip og bátar oman fyri 20 krónur fyri hýsu, og onkran dag kom besti hýsuprísurin á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum upp ímóti 25 krónum fyri kilo.

 

Men nú er ørvísið. Á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum fríggjadagin var prísurin á ein triðing lægri, enn hann hevur verið.

 

Umleið 25 tons av hýsu vóru marknaðinum. Tað mesta var hýsa II, sum fekk meðalprísin 13,32 krónur. Tað hægsta boðið var 16,00 krónur, og sostatt er prísurin lækkaður ein triðing eftir nøkrum døgum.

 

Um orsøkina til tað stóra prísfallið verður sagt, at hýsan er vorðin munandi bíligari í Onglandi, tí norðmenn eru farnir at senda so nógva hýsu á marknaðin.

 

Prísurin á toski er framvegis lágur. Fríggjadagin seldi Fiskamarknaðurin góð 30 tons av toski, tað mesta toskur III, sum fór fyri góðar 11 krónur fyri kilo í meðal.