Nú tømast battaríini

Battaríini í tí svarta kassanum í tí malaysiska flogfarinum vara ein mánað ella til í dag. Men leitingin heldur fram.

Teir seinastu dagarnar hava kinesisk og avstralsk leitingarskip hoyrt tekin í Indiska Havinum á sama frekvensi, sum teir svørtu kassarnir í flogførum senda á. Tað hevur økt munandi um vónina at finna tað makaysiska flogfarið, sum hvarv fyri júst einum mánað síðani, tann 8. mars.

 

Avstralski kanningarleiðarin, Angus Houston, var rættiliga bjartskygdur í gjár, men sambært tíðindastovuni AP hava skipini ikki hoyrt nakað tekin síðani sunnudagin.

 

Battaríini í tí svarta kassanum vara ein mánað ella til í dag. Men leitingin heldur fram.

 

-Vit hava ikki hoyrt frá sendaranum aftur, men leitingin fer at halda fram teir næstu dagarnar, tí vit eru sannførd um, at battaríini eru tóm, sigur Angus Houston.

 

Teir næstu dagarnar fara myndugleikarnir at brúka sera framkomna útgerð, sum er før fyri at staðfesta sjálvt sera veik tekin í sjónum. Hoyrir hon nakað tekin á sama frekvensi, skal ein kavbátur sendast niður í dýpið at leita eftir tí svarta kassanum.

239 fólk vóru við tí malaysiska flogfarinum.