Nú stjórnar Eyðun svimjihylinum

Í dag var móttøka í Svimjihøllinum í Havn í sambandi við, at leiðarin seinastu árini, Gunnar Streymoy, gevst í starvinum sum leiðari, og nýggi stjórin, Eyðun Húsgarð tekur við starvinum í morgin.

 

Á samkomuni helt Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu, og hann greiddi millum annað frá, at vit hava havt svimjihøll í fleiri enn 40 ár, men vit skifta ikki ofta leiðarar.

– Fyrst var Ivan Carlsen, so Heri á Lava og so kom Gunnar Streymoy.

Hann greiddi frá, at svimjihøllin hevur umleið 160.000 vitjandi um árið. Tann harða kjarnan eru tó morgunfrúurnar – vit hava sjálvandi eisini nakrar morgunmenn – og so er tað okkara trúfasta Havnar Svimjifelag.

Nú eru vit so komin hartil, at svimjihøllin er vorðin ov lítil, vit byggja nýtt og ganga sera spennandi tíðum á møti.

- Vit hava havt eitt sera gott samsarv við Gunnar. Hann hevur eisini sitið í bygginevndini fyri nýggja langhylin, so hann hevur sostatt eisini verið við til at skipa framtíðina innan svimjing. Gunnar byrjaði í starvinum 16. februar 2009, hann hevur sostatt verið í starvi góð 13 og eitt hálvt ár, segði Heðin Mortensen millum annað.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##