1. januar gjørdist franski stjørnuáleyparin hjá Paris Saint Germain, Kylian Mbappé ein sokallaður fríur agentur.
25 ára gamli, Kylian Mbappé kann nú frítt hava samráðingar við áhugað feløg um eitt møguligt skiftið komandi summar.
Real Madrid hevur í longri tíð víst Kylian Mbappé stóran áhuga, og nú kunnu tey í Real Madrid fáa Kylian Mbappé uttan nakra millumrokning til PSG.
Í PSG eru tey tó bjartskygd um, at tað fer at eydnast teimum at leingja sáttmálan við Kylian Mbappé, ið gongur út 30. juni. Tað skrivar stóra franska blaðið, L´Équipe.
Í fjør summar hildu tey í Real Madrid, at tey høvdu eina avtalu við Kylian Mbappé, ið tó longdi sáttmálan við PSG við einum ári. Nú fer Real Madrid uttan iva at leggja nógv fyri at fáa Kylian Mbappé at gerast partur av hópinum hjá Real Madrid komandi kappingarár.