Nú stendur bardagin um Sievjerodonetsk

Russar siga í morgun, at teir nú hava ræðið yvir einum triðingi av ukrainska býnum, Sievjerodonetsk, har eysturi í landinum, men mótstøðan er harðari, enn teir høvdu væntað.

- Russisk loft-og rakettálop hava oyðilagt 90 prosent av bygningunum, sigur borgarstjórin í Sievjerodonetsk.

Russiskar herdeildir og sameindir í Luhansk siga seg nú hava ræðið yvir einum triðingi av ukrainska býnum, Sievjerodonetsk, har eysturi í landinum.

 

Tað var í gjár, at russiskir stríðsvognar koyrdu inn í býin, sum ukrainski herurin higartil hevur havt ræðið yvir. 

 

- Vit kunnu upplýsa, at ein triðingur av býnum nú er undir okkara eftirliti, sigur politiski leiðarin fyri loysingarlandslutin, Luhansk, Leonid Pasetsjnik.

 

Tað er statsliga russiska tíðindastovan, Tass, sum í morgun ber hesi tíðindi.

 

Sambært Leonid Pasetsjnik eru harðir bardagar í býnum í morgun, og hann ásannar, at russisku deildirnar fáa harða mótstøðu frá ukrainsku deildunum. 

 

- Tað gongur ikki so skjótt, sum vit høvdu væntað, sigur Leonid Pasetsjnik.

 

Borgarstjórin í Sievjerodonetsk, Oleksandr Striuk, sigur, at russisk loft-og rakettálop hava oyðilagt 90 prosent av bygningunum í býnum.

 

- Tað eru bara 12.000 til 13.000 íbúgvar av 100.000 eftir í býnum.

 

Tíðindastovan NTB endurgevur borgarstjóran fyri at siga, at umleið 1500 sivilfólk í býnum eru dripin, men hetta tal er ikki váttað av óheftum keldum, verður lagt aftrat.

 

 

 

- Russisk loft-og rakettálop hava oyðilagt 90 prosent av bygningunum, sigur borgarstjórin í Sievjerodonetsk.