Síðani Smyril kom til landið fyri tíggju árum síðani hevur hann brúkt tungolju.
Men nýggir altjóða sáttmálar banna skipum at brúka tungolju eftir 2020 og tí skuldi Smyril undir øllum umstøðum leggja um til gassolju.
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tey hava fylgt gongdini á markanaðinum gjølliga og nú hava tey so gjørt av at leggja um til gassolju.
- Samstundis hevur Strandferðslan keypt gassolju fyri alt næsta ár fyri ein fastan prís sum er væl lægri enn prísurin, ið keypt verður fyri í dag, sigur hann. Sostatt ber til hjá Smyrli at leggja um til gassolju, uttan at noyðast at fáa eykajáttan.
Tungolja er sum asfalt at arbeiða við, antin hon er heit ella køld, og næstu ferð, Smyril skal í dokk í Danmark í februar 2017 hevði stór og umfatandi tangareinsing verið eitt krav.
- Somuleiðis dálkar tungolja illa, og tað er orsøkin til, at hetta slagið av olju nú verður bannað í 2020
- Hóast tungolja vanliga er bíligari enn gassolja, hava SSL mett og roknað seg fram til, at tá ið prísir og viðlíkahald er talt uppí. er hetta lagaliga løtan at fremja skiftið, sigur stjórin á strandferðsluni.
Hann sigur, at hetta fyrsta árið verður sparingin tvørtur ímóti minst eina hálva til eina heila millión krónur.
Men hetta merkir so eisini, at tað verður ikki longur neyðugt hjá Smyrli at fara til Vágs at bunkra olju. Tað verður heldur ikki longur at broyta ferðaætlanina, tá ið hann skal bunkra olju, tí nú kann tað gerast um kvøldarnar, og um næturnar, uttan at órógva siglingina, sigur Hilmar Eliasen.
Tað fer heldur ikki at órógva ferðaætlanina, at lagt verður um frá tungolju til gassolju.