Í kvøld spælir KÍ annan dystin í UEFA Conference League bólkaspælinum. Dysturin er móti franska stórfelagnum Lille. Nógv bendir á, at Páll A. Klettskarð fær kjansin frá byrjan, skrivar Portalurin og vísur til, at áleyparin var á tíðindafundinum hjá KÍ í gjár.
Páll A. Klettskarð hevur verið ein tann mst umtalaði áleyparin í føroyskum fótbólti seinastu árini. Einamest tí hann ikki fær kjansin á A-landlandsliðnum, samstundis sum hann skorar mál í rúgvuvís fyri KÍ, sum eisini hevur staðið seg væl í Evropa.
Toppskjúttin í Betri deildini hjá monnum var heldur ikki millum teir 24, sum Håkan Ericson tók til úr til EM-undankappingardystirnar móti Póllandi og Kekkia í komandi viku. Í ár hava skaða eisini gjørt um seg, men nú er Páll A. Klettskarð klárur.
Tá hann ikki fær seg royndan á A-landsliðnum, so er tað kærkomið hjá 33 ára gamla áleyparanum, at hann nú er tøkur til stóru dystirnar í Evropa. Í landskappingini hevur hann skorað 17 mál í 20 dystum.
Sambært Portal.fo, váttaði venjarin hjá KÍ, Magne Hoseth, so gott sum, at Páll A. Klettskarð fær kjansin í dag. Millum teirra, sum eru ivasamir eru Luc Kassi og Sivert Gussiås. Teir hava røkt fremsta plássið, meðan Páll A. Klettskarð hevur verið skaddur.
Heini Vatnsdal hevur havt eitt brot í einum beini í fótinum og tað er ivamast um hann spælir. Vegard Forren var heldur ikki við seinast, men hevur verið ein týðandi spælari í verjuni hjá KÍ. Tað skuldi verið undarligt, um KÍ ikki spælir við trimum í miðverjuni í dag.
UEFA Conference League dysturin millum KÍ og Lille verður í dag klokkan 17.45 á Tórsvølli.