Nú sleppa eisini børn at skjóta kapp

Ongar forðingar skulu vera fyri at menna skjóting sum ítrótt í Føroyum

 

Nú skulu eisini børn sleppa at venja seg at skjóta og at skjóta kapp.

Tað er úrslitið, nú løgmaður hevur gjørt av at taka eina ávaring frá ÍSF og Skjótisambandinum til eftirtektar.

 

Ætlanin er at broyta vápnalógina, men bæði ÍSF og Skjótisambandið hava ávarað ímóti, at verður lógin broytt, soleiðis sum ætlað, fer tað at forkoma skjóting sum ítrótt í Føroyum.

 

Higartil hava 16 ára gomul kunna skotið saman við vaksnum, men nú var ætlanin at hækka aldursmarkið upp í 18 ár.

 

ÍSF og Skjótisambandið vísa á, at hetta fer at beina fyri skjóting sum ítrótt. Tey halda, at tað er nóg ringt, at aldursmarkið er 16 ár, men tey skilja so slett ikki, hví tað nú skal hækkast upp í 18 ár.

 

Tvørturímóti verður mælt til heilt at avtaka aldursmarkið fyri ítróttarskjóting, tí fyri at gerast góðir skjúttar, er neyðugt at byrja tíðliga at skjóta, kanska bara sum 12 ára gomul niður.

 

Og hetta hevur samgongan nú tikið tikið eftirtektar, tí nú er ætlanin at broyta uppskotið, sum er til viðgerar, soleiðis, at einki aldursmark verður fyri at skjóta í ítrótti. Tað er tað heldur ikki í londunum rundan um okkum.

 

Men hetta undantakið verður bara galdandi í ítróttarhøpi, og børn og ung, sum skjóta á skjótibreyt, skulu vera undir eftirliti av einum góðkendum skjótivegleiðara, ið hevur ábyrgdina av teimum, meðan tey skjóta.

 

Men dentur verður lagdur á, at børn, kunnu bara skjóta á skjótivølli og sostatt kann hetta undantakið ikki brúkast til at skjóta haru ella fugl

 

Men í Føroyum er eingin útbúgving í at verða skjótivegleiðari, og sum støðan er nú, verða teir tískiĺ noyddir at fara uttanlands at útbúgva seg og tað er landsstýrið, sum skal góðkenna skjótivegleiðaran.