Nú sleppa børnini eisini at súkkla kapp á ólavsøku

Hetta er fyrstu ferð tey royna hetta á ólavsøku

Eitt av teimum nógvu tiltøkunum, sum verða á ólavsøku, er ein súkklukapping fyri børn. Hetta er fyrstu ferð, at tey royna hetta og tað er súkklufelagið í Havn, sum skipar fyri. Súkklukappingin fyri børn verður klokkan 16 mikudagin 27. juli. Kappingin verður á økinum við gamla studentaskúlan í Hoydølum og børnini far at kappast í trimum bólkum. Tað merkir, at kappingin er fyri bæði gentur og dreingir frá 7 til 13 ár. 

 

Kappast verður í hesum bólkum:

 

Bólkur 1: Børn frá 7 til 9 ár

 

Bólkur 2: Børn frá 10 til 11 ár

 

Bólkur 3: børn frá 11 til 13 ár

 

Tey børnini, sum vilja vera við, skulu møta á Parkeringsplássinum við fimleikahøllina við gamla studentaskúlan í Hoydølum klokkan 15. Tað kostar 50 krónur at vera við.