Nú skulu vit lyfta tey fátælku, sigur løgmaður í sambandið við viðgerðina av løgmansrøðuni.
Tað kostar 76 milliónir krónur at lyfta teir samfelagsbólkar, sum eru á fátærkavága, og nú eru allir flokkar samdir um at gera nakað við tað, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Hetta skal millum annað gerast við at merkja teir pensionistar, sum veruliga hava brúk fyri hjalp, og fyri stakar uppihaldarar.
Kristina Háfoss frá Tjóðveldi heldur, at tað er løgi, at samgongan ikki hevur gjørt nakað við trupulleikan fyrr.
- Tað undrar meg, at samgongan einki hevur gjørt við hetta tey seinastu trý árini, sigur hon.
Løgmaður vil millum annað hava at kommunurnar lækka skattin, tí ein stórur partur av skattinum hjá teimum miðal- og lágløntu fer til kommunuskatt.
- Er tað slett ikki meiningin, at fólk skulu gjalda landsskatt? Kommunan tekur nógv tann stórsta partin av eini inntøku upp á 100.000 krónur, og tí noyðist hetta at gerast í samstarvi við kommunurnar, sigur løgmaður